Kunning

Fjallafípan:
Fjallafípan er ein kommunalur stovnur, sum læt upp 01. sept 2002.

Í Fjallafípuni eru dagliga 35 børn í aldrinum 5-7 ár.

Hvørjum standa vit fyri ?

Fjallafípan, har børnini fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.

Í Fjallafípuni nýta vit ástøðið hjá Howard Gardner, tí vit eru samd um, at øll menniskju hava fleiri ymiskar førleikar. Við at nýta ástøðið hjá Gardner sum útgangsstøði í náttúruarbeiði við børnum, kann ein fáa størri yvirlit yvir teir ymisku førleikarnar. Samstundis meta vit ikki barnið bara út frá tí málsliga og logiska førleikanum, men eisini út frá teimun meira praktisku førleikunum, so sum at vera væl fyri rørsluliga, musiskt osfr.

Vit vilja síggja barnið sum eina heild, og við at brúka ástøðið hjá Howard Gardner er tað lættari hjá okkum at seta orð á.

Nær er opið:
Opið er mánadag til fríggjadag frá kl 7.30 til kl.17.15.

Av tí at vit /børnini ofta fara frá húsum, vilja vit, um ikki annað er avtalað,
at barnið er á stovninum í seinasta lagi kl. 10.00.

Barnagarðsbyrjanin:
Foreldrini verða biðin um at avtala tíð at vitja á stovninum, áðrenn barnið byrjar.

Bólkar:
Hvørt barn hevur ein kontaktpersón og er partur av einum bólkið. Hesi fara miðvíst ígjøgnum menningarætlanina sum er galdandi í Fjallafípuni. Sí bólkatalvuna í gongini.

Blæur:
Børn, ið nýta blæð, skulu sjálvi hava tær við.

Eftirstøða:
Sambært kunngerð nr.6 frá 25 januar 1995, um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, kann plássið sigast upp, tá eftirstøðan fer upp um 3 mánaðir.

Fastir frídagar:
Fjallafípan hevur stongt hesar dagar: umframt leygar/sunnu- og halgidagar; jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin, ólavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan. Grundlógardagin og ólavsøkuaftan
aftan á kl. 12.00 og so ein ráðleggingardag um ári.

Foreldragjald:
Gjaldið fyri stovnsplássið er 1.750 kr. yvir 12 mánaðir
Foreldrini gjalda 30% av rakstrinum.
Mánaðargjaldið verður ikki lækkað, um barnið er sjúkt ella av aðrari orsøk er fráverandi.

Frukt:
klokkan uml 14:30 fáa børnini frukt ella okkurt lætt til matna frá barnagarðinum.

Føðingardagar:
Tosa við starvsfólkið á stovuni um, hvussu tit vilja hava, at føðingardagurin hjá tykkara barni skal haldast.

Gardrobur:
Gardroburnar skulu tømast fríggjadag.

Jól:
Í desembur hava vit jólaverkstøð og jólahald fyri børnum og foreldrum

Koma og fara:
Best er, um foreldur hava góðar stundir um morgunin, tá tey koma við barninum. Minnist til at siga starvsfólkinum frá, tá ið barnið kemur og fer heim.

Fyri tryggleikan hjá barninum, sigið vinarliga frá, um onkur annar (familja ella vinir) koma við ella eftir barninum.

Matpakki: 
Vit heita tykkum á at geva barninum ein sunnan, góðan og mettandi matpakka. Vit eta uml kl. 11:30.

Mennigarætlan:
Vit arbeiða málrætta við at stuðla børnunum í teirra menning á øllum økjum. Her hugsa vit um teirra sosialu førleikar, vitan um náttúru og náttúrufyribrigdi, kropp og rørslu førleikar, vitan um mentanarlig virðir og úttrykk, málsligu førleikar og persónligu førleikar. Økini eru sett sum yvirskriftir fyri hvønn mána, so tvær ferðir um ári arbeiðir allur stovnurin miðvíst við at hyggja eftir hvørjum barnið við ávísa menningarøkinum fyri eyga. Nærri frágreiðing hongur á kunningartalvuni í gongini.

Saman við menningarætlanini hava vit innrætta okkum eftir hugsanunum hjá Howard Garthner, fyri eyga. Æltan okkara er at fáa intelligensinar flættaðar meir og meir inn í menningarætlanina.

Náttúran:
Fjallafípan liggur mitt ímillum fjøll, áir og fjørðu, og náttúran er tilvalt stórur partur okkara gerandisdegi.

Skiftiklæði:
Av tí at vit eru nógv úti, eru ofta nógvir ”karmar"; tí er neyðugt at hava fleiri sett av skiftiklæðum við í barnagarð (við navni í). Børnini skulu hava troyggju, ullintar hosur, húgvu, vøttir, gummistivlar, regnklæði, kavadrakt, og inniskógvar til innandura brúk.

Foreldrini hava ábyrd av, at skiftiklæði eru í kassanum.

Sjúka, heilivágur og frídagar:
Er barnið sjúkt, skal tað ikki koma í barnagarðin. Við sjúku meinast alt, sum er smittuspjaðandi, ella tá barnið ikki er ført at fylgja vanligari dagsskrá. Stovnurin gevur ikki børnunum heilivág, uttan serlig avtala er gjørd. Um barnið er fráverandi av sjúku ella øðrum orsøkum, verða tit biðin um at siga frá á stovninum.

Talva:
Í gongini hanga tvær (whiteboard)-talvur og ein Felagstalva. Tær verða brúktar til millum annað upplýsing til foreldur, menningarætlan og onnur neyðug boð.

Yvirklæði:
Av tí at vit eru nógv úti, fáa vit nógvar karmar. Foreldur verða vinarliga biðin um hvønn dag at kanna eftir, um drakt, regnklæði og stivlar eru turr til næsta dag.