Endamálsorðing

Í Fjallafípuni ynskja vit at skapa eina barnamentan, har børn sleppa at mennast, at uppliva, at gera og at vera. Okkara mál er at geva børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, sum byggir á málini "Sunn og trygg børn", "Nøgd starvsfólk" og "Námsfrøðiligt umhugsni".

Náttúran er ein týdningarmikil liður í gerandisdegnum í Fjallafípuni, sum gevur okkum góðar møguleikar at síggja tað einstaka barnið í øllum tess virki. Gjøgnum náttúruna ynskja vit at stuðla tí einstaka barninum at mennast og búnast sum menniskja.

Virðisgrundarlagið
Trivnaður, umsorgan, ymiskleiki, lívsgleði, hugni, tolsemi, opinleiki og samstarv millum starvsfelagar, børn og foreldur.